a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Bíliga útgávan av iPhone er skjótari og dýrari
Bíliga útgávan av iPhone er skjótari og dýrari
2022-03-08
Apple kunngjørdi í dag eina nýggja útgávu av iPhone SE fartelefonini. Hetta er fyrsta dagføringin av bíligastu fartelefonini hjá Apple í tvey ár, og størsta broytingin er, at hon kann brúkast á 5G. Harumframt hevur hon ein skjótari prosessara, betri skerm og longri battarílivitíð. Prísurin í USA er smáar 2.935 kr ella 8% meira enn undanfarna útgávan.
Les meira á techxplore.com
Aftur til forsíðu