a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Bjóða fyrilestrar at minka um skíggjanýtslu
Bjóða fyrilestrar at minka um skíggjanýtslu
2022-05-02
Nýggju skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum mæla for­eldrum frá at lata børn, yngri enn trý ár, brúka skíggja yvirhøvur. Sum børnini eldast, kann man hóvliga økja um skíggjatíðina. Tað er av al­stórum týdningi, at vaks­in sita hjá børnum, með­an tey brúka skíggja og sam­­skifta um innihaldið á skíggjanum. Fólkaheilsuráðið vil feg­in hjálpa til við at tálma skíggja­nýtsluna, og tí bjóða tey arbeiðsplássum, á­hug­a­fel­ags­skap­um, skúlum og stovn­um fyrilestrar um skíggja­ráðini, eins og tey koma við hugskotum til, hvussu man, í felag, kann tálma skíggjanýtsluni.
Les meira á in.fo
Aftur til forsíðu