a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
KT-mennari til FarPay
KT-mennari til FarPay
2022-06-29
FarPay sóknast eftir KT-mennara, sum í tøttum samstarvi við starvsfeløgum verður við til at menna og viðlíkahalda FarPay loysnina. FarPay selur eina standard tænastu og ikki menningartímar. Hetta merkir at tú sleppur undan at skráseta tímar. Tú hevur eina viðkomandi KT-útbúgving og royndir sum backend mennari í C# og MSSQL. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við frontend menning við t.d. JavaScript (Angular, Knockout, Vue, AJAX, jQuery), HTML og CSS. Umframt at tú hevur grundleggjandi skil fyri bókhaldi og innlit í hvussu gjaldsskipanir virka. FarPay er ein føroysk fintech-fyritøka, ið veitir integratiónstænastur til fyritøkur og feløg, so arbeiðsgongdir millum bókhaldsskipanir og gjaldsloysnir gerast sjálvvirkandi.
Les meira á als.fo
Aftur til forsíðu