a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan
Kunning fyri eldri í Vágum um teldur, samleikan og heimabankan
2022-05-27
Vága Pensjónistafelag fer mánakvøldið 30. mai kl. 19 at skipa fyri kunning á Skúlanum á Giljanesi um teldur, talgildar tænastur og sosialar miðlar. Fyrst verður stutt greitt frá um teldur og teldunýtslu, og síðan koma fólk frá bankunum og Samleikanum at greiða frá, hvussu heimabankin og Samleikin virka. Tey sum ikki longu hava Samleikan, kunnu verða skráseta til hann, um tey hava pass ella koyrikort við sær.
Les meira á vp.fo
Aftur til forsíðu