Leggja 24 mál afturat Google Translate
Leggja 24 mál afturat Google Translate
12-05-22 07:39  

Google kunnger at tey nú leggja 24 mál afturat Google Translate, soleiðis at samlaða talið kemur uppá 133 mál. Tey siga samstundis, at hetta ber til, tí tøknin hevur ment seg, og neyðugt eru ikki longur við stórum nøgdum av umsettum teksti fyri at leggja mál afturat. 800.000 fólk tosa Mizo, sum er minsta málið, sum kemur við í hesum umfarinum.

Les meira á techcrunch.com