a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nema sóknast eftir tilnevningum
Nema sóknast eftir tilnevningum
2022-01-18
Nema Endurkeyp er ein tænasta, ið bjóðar viðskiftafólki at lata inn gamlar ella brúktar elektroniskar lutir, so teir kunnu vera burturbeindir ella endurnýttir burðardygt. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Í nevndini fyri Endurkeyp Gávuna 2022 sita Poul Andrias Ziska, Súsanna Berg, Sjúrður Hammer og Helma Maria Tróndheim. Tilnevningarnar skulu sendast inn til Nema í seinasta lagi 1. apríl 2022.
Les meira á nema.fo
Aftur til forsíðu