a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Norðoya Bú- og Heimatænasta sjósetir talgildu heilsuskipanina Cosmic
Norðoya Bú- og Heimatænasta sjósetir talgildu heilsuskipanina Cosmic
2022-09-21
Fyrr í vikuni varð journalskipanin Cosmic íverksett á Sambýlinum á Heygnum, og harvið er Norðoya Bú- og Heimatænasta fyrsta eldraøkið at íverkseta Cosmic, sum er talgilda heilsuskipanin, THS, sum sjúkrahúsverkið og kommunulæknarnir hava nýtt í fleiri ár. Hóast Cosmic ikki er ein nýggj skipan, so er hon nýggj á eldraøkinum og skal tískil tillagast tørvin, sum er á eldraøkinum. Hesum arbeiðinum verða starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum ein týðandi partur av.
Les meira á klaksvik.fo
Aftur til forsíðu