a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Nýggj útgáva av spælmotorinum Unreal Engine
Nýggj útgáva av spælmotorinum Unreal Engine
2022-04-06
Umsíðir kunngjørdi Epic Games í gjár, at Unreal 5 er tøkt hjá spælmennarum at brúka. Størsti batin við nýggju útgávuni av amboðnum at gera telduspøl, filmar og aðrar visualiseringar er betri grafikkur. Epic Games hevur longu brúkt Unreal 5 til menning av nýggjastu útgávuni av teirra egna spæli, Fortnite. Fyri at vísa nýggju hentleikarnar hava tey gjørt sýnisroyndina The Matrix Awakens grundað á kendu Matrix filmsrøðina, og mennarar kunnu eisini brúka landslagið í The Matrix Awakens at gera egin spøl. Mynd: Epic Games.
Les meira á theverge.com
Aftur til forsíðu