a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Sjóvinnustýrið er nú partur av Vanganum
Sjóvinnustýrið er nú partur av Vanganum
2022-06-22
Sjóvinnustýrið er nýggjasti stovnur at leggjast aftrat Vanganum og kann bjóða viðskiftafólkum sínum at avgreiða síni viðurskifti talgilt. Hevur tú sjóvinnubræv ella førleikaprógv frá Sjóvinnustýrinum, fert tú at kunna síggja tey á Vanganum, og nær tey ganga út, eins og tú fert at kunna endurnýggja tey beinleiðis. Bátaeigarar fáa yvirlit yvir sínar bátar, og møguleiki verður bæði at skráseta nýggjar bátar og gera eigaraskifti á Vanganum. Eisini fert tú at kunna rinda rokningar fyri bátar.
Les meira á talgildu.fo
Aftur til forsíðu