a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Skipan fyri 8 mió kr uttan útboð
Skipan fyri 8 mió kr uttan útboð
2022-02-03
Løgtingsgrannskoðararnir finnast at Strandferðsluni fyri at verða farin í holt við eina nýggja bíleggingarskipanin uttan útboð og uttan at gera nakra skrivliga avtalu við valda veitaran. Undir viðgerðini í fíggjarnevndini er komið fram, at skipanin enn ikki er liðug, og tað er ógreitt fyri nevndini, hvat endaligi kostnaðurin av skipanini verður. Eisini er ógreitt nær, ella um, skipanin verður sett endaliga í verk, og um Strandferðslan verður noydd at fáa hjálp frá øðrum veitara til at gera skipanina lidna. Fyri fíggjarnevndini er upplýst, at Strandferðslan higartil hevur bókað rokningar frá veitara á 4,5 mió. kr., og at tað harumframt liggja óbókaðar rokningar á 1,8 mió. kr. vegna ósemju millum partarnar. Leiðslan á Strandferðsluni metir, at samlaði kostnaðurin fyri skipanina verður umleið 8,0 mió. kr. Fíggjarnevndin metir, at handfaringin av málinum hevur verið sera óheppin og merkt av manglandi umhugsni frá leiðslunnar síðu, og tekur tí fult undir við viðmerkingunum frá Løgtingsgrannskoðarunum. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin neyvt fylgir málinum, soleiðis at hetta verður loyst skjótast til ber.
Les meira á kvf.fo
Aftur til forsíðu