a.fo - tøknitíðindi
frá
Tøkni búmerki
Starv tøkt sum KT-mennari í Almennaverkinum
Starv tøkt sum KT-mennari í Almennaverkinum
2022-02-25
Tey á nýggju deildini Talgild menning leita eftir einum KT-mennara, sum kann vera við í arbeiðinum at talgilda Almannaverkið. Deildin hevur ábyrgd av málsviðgera- og útgjaldsskipanini, sum er snúningsdepilin í stórum parti av tí, sum Almannaverkið ger. Førleikakrøvini til KT-mennaran eru kunnleiki til C#, SQL og vev-tænastur, viðkomandi universitetsútbúgving og at viðkomandi skilir føroyskt. Freistin at søkja er 17. mars 2022 kl 23.
Aftur til forsíðu